U 17 endaði á sætta plássinum

Eftir fínt avrik ímóti Svøríki, var talan um skrædl, tá ið Finnland var á skránni í stríðnum um fimta plássið

Føroysku U 17 dreingirnir taptu tær báðu seinnu ferðirnar í NM kappingini í Finnlandi. Fríggjadagin var Svøríki á skránni í síðsta umfarinum í bólkaspælinum. Sambært venjaranum, Bill Jacobsen, var talan um rættuliga tætt stríð, har føroyingarnir høvdu eins nógv spæl, sum svenskararnir høvdu.
            - Teir fingu tvey mál, tá ið seinna umfarið var eitt korter gamalt. Í tí fyrra førinum var talan um hornaspark. Okkara vóru ikki nóg neyvir í eftiransingunum, og so stútaðu teir í málið. Hetta var ein skelkur, og bara ein minutt seinni var aftur mál. Vit høvdu fleiri spælarar millum okkum og málskjúttan, sum kortini megnaði at sneiða seg leysan og at skora. Satt at siga stúrdu vit hesa løtuna fyri, at talan skuldi gerast um skrædl í nógva hitanum. Men okkara spælarar høvdu nakað at stríðast fyri. Teir vistu, at um teir ikki taptu við meiri enn einum máli, so fóru teir og ikki Svøríki at spæla um fimta plássið, og tað eydnaðist at fáa mál, sigur Bill Jacobsen.
            Málið fingu føroyingarnir, tá ið tað restaði eitt korter. Einar Hansen tveitti langt innkast, og hin miðverjin, Johan Troest Davidsen, stútaði ímóti málinum. Málverjin hálvbjargaði í fyrsta umfari, men bólturin kom út aftur til Jóhan, sum nýtti nógva orku at koma framum mótstøðumenninar og skoraði.
            Bill Jacobsen sigur, at síðsta korterið gekk tað báðar vegir, og at bæði liðini høvdu møguleikar at fáa mál. Føroyar taptu 2-1, men føroysku spælararnir fegnaðust sum um, at teir høvdu vunnið, og tað høvdu teir eisini soleiðis at skilja, at tað vóru teir og ikki svensku mótstøðumenninir, ið skuldu spæla um fimta plássið.
 
Skrædlið
Sunnudagin gekk tað ikki væl, tá ið Føroyar spældu um fimta plássið ímóti finsku vertunum. Í steðginum var Finnland á odda 3-0, og teir vunnu 7-1. Christian R. Mouritsen minkaði um munin til 5-1.
            - Okkara vóru rættuliga moyrir. Hinir fingu brotsspark og mál í fyrsta minutti. Teir øktu tvær ferðir í 1. hálvleiki, og so var tað rættuliga torført. Eftir steðgin mistu vit Jóhan T. Davidsen, sum hevur verið sera drúgvur í miðverjuni. Hann fekk ein løst, og tað var torført at tippa holið eftir hann. Men okkara royndu, og eina løtu í 2. hálvleiki spældu teir væl. Men tað var týðuligt, at teir høvdu nýtt ógvuliga nógva orku, staðfestir venjarin.            Danmark vann NM kappingina. Í finaluni vunnu teir 3-0 á Íslandi. Merkisvert er tað, at einasta ferðin, at Danmark tapti, var ímóti Føroyum. Í fyrsta umfarinum vunnu Føroyar 1-0 á Danmark. Ongland vann 4-0 á Noregi í stríðnum um triðja plássið, og Skotland endaði á sjeynda plássinum. Teir vunnu 2-0 á Svøríki, sum harvið endaði á áttanda og aftasta plássinum.