U15: Hópurin til Baltic Cup úttikin

Sigtór Petersen hevur sett navn tær 18 genturnar, ið skulu umboða Føroyar til Baltic Cup 2023 í Litava frá 21. til 28. august, skrivar Fótbóltssambandið

Sara Benjaminsen, ið her stríðist ímóti Íslandi, er millum tær, ið SIgtór Petersen hevur boðsent til Baltic Cup 2023 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Sigtór Petersen hevur sett navn tær 18 genturnar, ið skulu umboða Føroyar til Baltic Cup 2023 í Litava frá 21. til 28. august, skrivar Fótbóltssambandið. Nú er greitt, hvussu hópurin hjá føroyska U15-landsliðnum við gentum verður mannaður til Baltic Cup 2023.

 

Saman við hjálparvenjaranum, Allani Smedemark, hevur Sigtór Petersen, ið hevur evstu ábyrgd av liðnum, úttikið 18 gentur, ið skulu umboða Føroyar til kappingina, sum í ár verður í Litava frá 21. til 28. august.

 

Enn er ikki endaliga greitt, hvørji lond luttaka í Baltic Cup 2023 hjá U15-gentunum, men leikdagarnir verða 23., 25. og 27. august.

 

Hópurin:

 

Ása Lea Ellefsen Næss, B36

 

Beinta Klemmentsen, B36

 

Sirið Láberg Petersen, B36

 

Sigrið Hansdóttir, B36

 

Lilja Højsted, B71

 

Klára Døgg Edvardsdóttir, EB/Streymur

 

Hanna Ellefsen, GVI (Danmark)

 

Laura Thorsteinsson, FC Suðuroy

 

Elin Elmelund Hansen, HB

 

Kaja Poulsdóttir Toftegaard, ÍF

 

Kára Sigurðsson, KÍ

 

Sunnvá Skipanes, NSÍ

 

Naomi Hansen, NSÍ

 

Emma Charlotta Knudsen, NSÍ

 

Rakul Maria Rasmussen, Skála

 

Sara Benjaminse, Skála

 

Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála

 

Bianca Rose Andreasen, Víkingur

 

Sara Benjaminsen, ið her stríðist ímóti Íslandi, er millum tær, ið SIgtór Petersen hevur boðsent til Baltic Cup 2023 - Mynd: Hans Erik Danielsen