U15-landsliðið við dreingjum úttikið

Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið føroyska U15-hópin við dreingjum, ið um mánaðarskrifti oktober-november fer til Vejle KUV Match í Vejle í Danmark

U15-landsliðsvenjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið 18 spælarar til árligu Vejle KUV Match 2015, sum í ár verður vikuskiftið 30. oktober til 1. november. 

 

Vejle KUV Match er ikki beinleiðis nøkur kapping, men heldur er talan um fýra venjingardystir við sterkari mótstøðu.

 

Teir 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:

 

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Bjarke Ejlskov Danielsen, Vejle BK (DEN)

Sveinur Lava Olsen, HB

Óli Eyðsteinson, KÍ

Pætur Eliasen, B36

Sámal Jákup Johannusarson, B36

Regin Jacobsen, HB

Børge Petersen, KÍ

Áki Hentze, B71

Oddur Petersen, 07 Vestur

Símun Sólheim, HB

Petur Ovi Hjaltalin Dam, HB

Gundur Ellingsgaard Petersen, Valur (ICE)

Elias Gilstone, AaB Ålborg (DEN)

Oliver Victor Møberg, Silkeborg IF (DEN)

Stefan Radosavljevic, TB

Steffan Løkin, NSÍ

Asbjørn Heðinson, 07 Vestur