U15 til Aberdeen

Venjararnir fyri U15 landsliðið í fótbólti, Eli Hentze og Mathias Davidsen, hava nú úttikið 18-manshópin, ið verður við til Aberdeen International Football Festival í døgunum 19. til 27. juli. Undan fráferðini verður skipað fyri tveimum venjingarlegum, á Toftum 3. og 4. juli og í Havn 10. og 11. juli. Teir úttiknu eru hesir: Úr Víkingi: Hallgrím Gregersen og Magnus Jarnskor. Úr HB: Heri Bert Jespersen, Tór av Skarði, Róðri Rasmussen, Símun Johannesen og Jákup Hansen. Úr B68: Harald Højgaard. Úr B36: Sigurdð Poulsen og Rasmus D. Sørensen. Úr MB: Jákup Sveinbjørn Olsen. Úr VB/TB: Teitur Olsen og Ragnar Tausen. Úr NSÍ: Leivur Højgaard, Albert Johannesen og Arnold Kristiansen. Úr B71: Brandur Olsen

Úr KÍ: Bárður Hansen