U16-kvinnurnar fingu flottan javnleik móti Niðurlondum

Føroyska U16-kvinnulandsliðið reisti seg væl aftaná tvey áttamáls-tap ígjár

Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo

Føroyska U16-kvinnulandsliðið í hondbólti tekur í hesum døgum lut í European Open kappingini í Svøríki.

 

Í dag reisti føroyska liðið seg megnarliga aftaná 15-23 og 18-26 tapini fyri Svøríki og Montenegro ígjár.

 

U16-kvinnurnar megnaðu í dag javnleik 23-23 móti Niðurlondum, ið er millum fremstu tjóðir í kvinnuhondbólti.

 

Í steðginum vóru Niðurlond á odda 13-11.

 

Næst fyri hjá U16-kvinnunum er millumbólkaspælið.

 

Her eru føroysku málskjúttarnir í dag:

 

##med2##

 

Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo