U17: Føroyar og Lettland leggja fyri

Sunnudagin byrjar EM-undankappingin fyri U17 gentur, sum hesaferð verður spæld í Føroyum

Fegnar U17 gentur, sum næstu dagarnar skulu spæla EM-undankapping í Føroyum - Mynd: www.FSF.fo

Sunnudagin byrjar EM-undankappingin fyri U17 gentur, sum hesaferð verður spæld í Føroyum. Fyrsti dysturin verður millum Lettland og Føroyar. Avspark er klokkan 13:00, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Næstu dagarnar verður nógvur landsliðsfótbóltur á skránni á Tórsvølli og á Ovara vølli í Gundadali. Føroyar vera nevniliga vertir fyri EM-undankappingini fyri U17 gentur, og umframt Føroyar sum vertsland, vera Rumenia, Georgia og Lettland eisini við í kappingini.

 

Lagt verður fyri á Tórsvølli sunnudagin 17. mars klokkan 13:00, tá Lettland og Føroyar fara á vøllin. Klokkan 17:00 spæla Rumenia og Georgia.

 

Sunnudagin 17. mars

 

Kl. 13:00 Lettland – Føroyar

 

Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

 

Mikudagin 20. mars

 

Kl. 13:00 Føroyar – Georgia

 

Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

 

Leygardagin 23. mars

 

Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia

 

Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

 

Tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar. Í hesum sambandi verður heitt á áskoðararnar um at brúka inngongd J á Tórsvølli.

 

Fegnar U17 gentur, sum næstu dagarnar skulu spæla EM-undankapping í Føroyum - Mynd: www.FSF.fo