Tað skuldi longd leiktíð til, áðrenn Hervør Olsen kundi tryggja KÍ sigurin í steypafinaluni hjá U17 gentum. Eftir vanliga leiktíð var støðan 2-2. Avgerandi málið fall ikki fyrr enn í seinastu minuttunum av longduleiktíðini.
Evy á Lakjuni legði KÍ á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Jensa Olsen fyri víking við dundurskoti. Leingi sá út til, at Hervør Olsen fór at avgera finaluna, tá hon legði KÍ á odda 2-1, men stutt fyri tíð javnaði Kára Janskor fyri Víking.
Síðani varð farið til longdaleikt. Her stóð nógv á báðum liðunum. Avgerðin fall ikki fyrr enn fáar minuttir fyri tíð, tá Hervør Olsen rann seg leysa frá verjuni og skoraði til 3-2. Tað gingu bara nakrir fáir minuttir, so bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð til stóra gleði fyri genturnar í bláum.
Tað var liðskiparin hjá KÍ, Kathrina Akursmørk, sum tók móti steypinum.
- Hetta er fantastiskt. Hetta er fyrstu ferð, at eg eri liðskipari, so tað var deiligt at vinna og sleppa at lyfta steypið, sigur ein fegin Kathrina Akursmørk.
Hjá U17 gentum verður spælt um Mótasteypið. Í fjør vann HB, men nú er steypið aftur í Klaksvík, har tað eisin var í 2010 og 2011.