U17: Genturnar buldra víðari – dreingirnir taptu tepurt

Flogbóltur: Bæði U17-genturnar og dreingirnir spældu aftur í seinna partin í gjár

U17-landsliðið hjá gentum í flogbólti heldur fram at vinna í Nevza-kappingin, sum er í Ikast í hesum døgum. Dreingirnir hava rent seg í torføra mótstøðu og taptu hesa ferð móti Svøríki, eftir at hava tapt móti Íslandi fyrrapart í gjár.

U17 gentur: Føroyar – Ísland 3-1 (25-23, 25-20, 20-25, 25-13)

Eftir greiða sigurin á Grønlandi fyrr um dagin vistu føroysku genturnar, at mótstøðan fór at vera munandi harðari ímóti Íslandi. Og so varð, skrivar Flogbóltssambandið.

Í fyrsta setti gekk javnt á, og munurin var lítil og eingin at síggja á liðunum. Okkara gentur vóru til seinast avgjørdari og tóku settið 25-23.  Føroysku genturnar koma eftir henda sigur út til 2. sett flúgvandi og vóru eftir stuttari løtu langt frammanfyri. Men Ísland er ikki at spæla við, og til seinast í settinum kom spenningur í aftur. Føroysku genturnar høvdu trupult við at finna loysnirnar at loka settið. Tað eydnaðist tó eftir tógvið stríð, og nú var 2-0 til Føroyar.

##med2##

Síðani vann Ísland triðja sett, men venjarin, Romica Øster, hevur verið nakað avgjørdur, tí í 4. setti spældu genturnar sum einglar og avgjørdu dystin beinanvegin við støðuni 11-1. Settið endaði 25-13 og dysturin 3-1. Eitt sterkt liðavrik har liðskiparin Inga Helena Henriksen gekk á odda fyri liðið, og Barbara Káradóttir var besti spælari.

Føroysku genturnar eru ósigraðar og hava fult stigatal, seks stig eftir fyrsta leikdagin. Bólkafinalan verður klokkan 10 í dag móti Norra, sum eisini hevur vunnið sínar báðar dystir, tó tann ímóti Íslandi 3-2 og hevur tí 5 stig.

Sviar ov sterkir til endans

U17 dreingir: Føroyar – Svøríki 1-3 (25-23, 23-25, 19-25, 17-25)

Eftir ósigurin móti Íslandi skuldu føroysku dreingirnir royna at reisa seg seinnapartin í gjár. Mótstøðuliðið var Svøríki.

Fyrstu bæði settini vóru jøvn og spennandi. Føroysku dreingirnir høvdu funnið stevið eftir nakað av einum vónbroti í fyrsta dystinum. Og hóast nógv stóð á, eydnaðist tað okkara dreingjum at vinna fyrsta settið við minst møguligum muni.

Gongdin var tann sama í 2. setti, men tað sást, at svenska liðið var gott. Serliga vóru servurnar skarpari, og okkara dreingir høvdu trupult við at koma upp á javnt. Settið koppaði til sviar við minst møguligum muni, og so vóru liðini komin líka langt. Eftir hetta mugu vit bara siga, at sviar høvdu eitt hægri gear enn okkara, í servu, álopi og kanska ikki minst blokki.

Hóast framgongd, standa dreingirnir við ongum stigi. Teir spæla í dag móti Danmark.