U17: Hópurin til Baltic Cup er úttikin

Baltic Cup 2026 verður í Litava dagarnar 18. til 26. august

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

- Jákup Mortensen, ið stendur á odda fyri U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til Baltic Cup 2026, sum verður í Litava 18. til 26. august

 

——————

 

Fyrst bíðar Estland, síðani Lettland, og at enda vertstjóðin Litava. Soleiðis sær dystaskráin út, tá føroyska U15-landsliðið við gentum í døgunum 18. til 26. august fer til Baltic Cup.

 

Allir dystirnir hjá føroyska liðnum verða spældir á Birstonas Sport Center Stadium, sum liggur í býnum Birštonas, umleið 40 kilometrar sunnan fyri litaviska høvuðsstaðin, Kaunas.

 

Venjaratoymið við Jákupi Mortensen á odda og hjálparvenjaranum, Báru Skaale Klakstein, hevur nú sett navn á tær 18, sum eru úttiknar til kappingina. Og við fýra spælarum í part eiga 07 Vestur og B36 flestar í hópinum hesaferð.

 

Hópurin

Amalia Høgnadóttir, 07 Vestur

Emma Sigtórsdóttir Petersen, 07 Vestur

Inga Josefina Selfoss, 07 Vestur

Ruth Jógvansdóttir Gardar, 07 Vestur

Heiðrun Leo Vang, B36

Jóhanna Rúnadóttur Hvannastein, B36

Katrin Daniella Sunnleifsdóttir Olsen, B36

Maria Jacobsen, B36

Davia Hilda Oskarsdóttir, B71

Jastrid P. Simonsen, HB

Vióla Levisdóttir Hanssen, HB

Eleonora Emilie Ánike Lambaa, ÍF

Emma Feilberg, ÍF

Gunhild Arge Joensen, KÍ

Ida Müller, KÍ

Rebekka Skoradal, Skála ÍF

Anna Sofía Leivsdóttir, Víkingur

Karin Hentze, Víkingur

 

Dystaskráin

20. aug. Estland – Føroyar (10:00)

22. aug. Lettland – Føroyar (10:00)

25. aug. Føroyar – Litava (15:00)

 

Mynd: FSF