U19: Hópurin til EM-undankappingina í Niðurlondum er úttikin

U19-landsliðsvenjarin, Fróði Benjaminsen hevur sent boð eftir 18 spælarum

Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF skrivar: 

 

Fróði Benjaminsen hevur sent boð eftir 18 spælarum til EM undankapping í Niðurlondum, sum verður frá 25. til 31. mars

 

——————

 

Norðurmakedónia, Moldova og Niðurlond vera mótstøðulondini, tá føroyska U19 landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum fer til Niðurlond, har EM undankapping verður á skránni.

 

Fróði Benjaminsen er venjari hjá U19 dreingjunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin til kappingina, sum verður spæld frá 25. til 31. mars.

 

– Niðurlond eru favorittar, men vit trúgva fult og fast uppá, at vit kunnu geva teimum og hinum londunum ein skarpan gang. Vit skulu fyrst og fremst avrika so væl sum tilber, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Málið er sjálvandi at vit spæla okkum víðari, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hópurin

Rasmus Helgason, 07 Vestur

Ørvur Isfeld, AB

Djóni Sivertsen, B36

Heini Sólheim Guttesen, B36

Jónas Rúnason Samuelsen, B68

Markus Johansen, FC Hoyvík

Eyðtór Eysteinsson Joensen, FC Suðuroy

Jógvan í Lon, HB

Jógvan í Skála, HB

Jónas Gaard, HB

Silas Bjarnason Joensen, HB

Tróndur Sjúrðarson, HB

Páll Müller, KÍ

Ezra Lukama, KÍ

Benadiktus Olsen, NSÍ

Jens Eiler Samsson. Víkingur

Kristian Jacobsen, Víkingur

Dánial Tuy Mørkøre, Vejle BK (Danmark)

 

Dystaskrá

25. mars Norðurmakedónia – Føroyar

28. mars Føroyar – Moldova

31. mars Føroyar – Niðurlond

 

Mynd: Hans Erik Danielsen