U17: Hópurin til NM úttikin

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í juli mánað skal til NM-kapping í Danmark

Í døgunum 4. til 13. juli verður árliga NM-kappingin fyri U17-landslið við gentum spæld í Kolding í Danmark. Pauli Poulsen er venjari hjá U17-gentunum, og hann hevur nú sett navn á tær 19, ið eru úttiknar til kappingina.

 

Í november skulu genturnar til EM-undankapping í Slovakia, og umframt vertslandið og Føroyar, er Ísrael eisini við í bólkinum.

 

Hópurin til NM:

 

Brynhild Janusardóttir, Víkingur

 

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Marita Lisberg, EB/Streymur

 

Anna K. Mikkelsen, Skála

 

Sólja Ernstdóttir, Skála

 

Katarina Mikkelsen, Skála

 

Jórun N. Patawary, KÍ

 

Jancy Mohr, KÍ

 

Vár Johannesen, KÍ

 

Gunnva Lútzen, HB

 

Fríða Jakobsen, HB

 

Astrid Mittfoss, HB

 

Lea Tórarenni, HB

 

Teresa Jacobsen, HB

 

Anna S. Carlsen, HB

 

Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36

 

Lisa Haraldsen, 07 Vestur

 

Jonhild á Sondum, B68

 

Estrid K. Mørkøre, FC Hoyvík