Aftaná tveir flottar sigrar og tvey góð avrik móti Kasakstan og Albania mátti føroyska U17 kvinnulandsliðið lúta í tí triðja og seinasta EM-undankappingardystinum niðri í Albania.
Í bólkafinaluni móti Wales, ið eisini hevði seks stig undan dystinum taptu føroysku U17 kvinnurnar 0-6. Longu tá 17 minuttir vóru leiktir var støðan 3-0 til Wales.
Fyrsta korterið av seinna hálvleiki skoraði Wales trý mál aftrat.
Føroyar endaðu sostatt á øðrum plássinum í bólki 4. Wales vann bólkin við níggju stigum, Albania fekk trý stig og Kasakstan endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.
Í tveyara-roknskapinum endaðu Føroyar á einum fjórða plássi av teimum seks tveyarunum. Besti tveyarin gjørdist Norðurmakedonia, ið saman við teimum seks bólkavinnarunum fer víðari til næsta umfarið í kappingini.