U17 kvinnurnar vunnu 3-0 á albansku vertunum

Føroyar og Wales hava seks stig hvør og skulu spæla bólkafinalu hósdagin

Mynd: FSF

Tað gongur framúr væl hjá føroyska U17 kvinnulandsliðnum í fótbólti í EM-undankappingini, ið er í Albania í hesum døgum.

 

Farna fríggjadag vunnu tær 2-1 á Kasakstan, og í dag vunnu føroysku U17 kvinnurnar 3-0 á vertstjóðini, Albania.

 

Eydna Dalheim legði Føroyar á odda tá bert tríggir minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Brá Zakariasardóttir økti til 2-0 og til 3-0 tá 61 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

 

Fyrr í dag vann Wales 1-0 á Kasakstan.

 

Støðan í undankappingarbólki 4:

 

1. FØROYAR  2  5-1  6   stig

 

2. Wales  2  3-0  6   stig

 

3. Kasakstan  2  1-3  0 stig

 

4. Albania  2  0-5  0 stig

 

Hósdagin klokkan 13 spæla Føroyar og Wales bólkafinalu. Føroyar hava betri málúrtøku og kunnu tí vinna undankappingarbólkin við sigri ella javnleiki. Vinnarin fer víðari til annað umfarið í EM-undankappingini. 

 

 

 

Mynd: FSF