Føroyska U17 landsliðið tapti í dag 2-1 fyri Finnlandi í NM kapping í Íslandi. Hanus Sørensen skoraði føroyska málið upp á brotsspark. Í gjár var landsliðsvenjarin, Thomas Thinggaard, alt annað enn nøgdur við avrikið og til deils atburðin hjá fleiri av spælarunum, tá teir taptu heili 8-1 fyri Danmark. Í dag kom aftursvarið.
Les eisini: Venjarin: Onkrir av okkara hildu seg vera ov góðar
Føroyska U17, sum í hesum døgum er í Íslandi til NM-kapping, hevur í dag spælt annan dystin í kappingini. Føroyar taptu dystin 2-1 móti Finnlandi, eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til Finnland. Hanus Sørensen úr FC Midtjylland skoraði einsamalla føroyska málið, tá hann við brotssparki minkaði um munin til 2-1, sum eisini varð úrslitið.
Tað hilnaðist tí betur hjá føroyska liðnum í dag samanborið við fyrsta dystin í kappingini, sum hilnaðist út av lagi illa. Tá taptu Føroyar heili 8-1 móti Danmark, eftir at teir í hálvleikinum vóru aftanfyri 6-0. NM-kappingin í Íslandi er kapping U-17 landslið í norðanlondum.
Teir sum byrjaðu dystin fyri Føroyar vóru:
Bjarti Mørk - Meinhard D. Geyti, Regin í Geil Jacobsen, Elias El Moustage, Áki Hentze - Hanus Sørensen, Símun Sólheim, Óli E. Poulsen, Bárður Ó. Jensen - Sveinur Lava Olsen, Jóhan H. Joensen