Um metast skal eftir teimum 15-17 ára gomlu leikarunum, so man støðið á føroyskum fótbólti í hesum aldursbólkum sjáldan hava verið betri.
Í øllum førum um úrslitini frá eini altjóða kapping í Skotlandi, ?Aberdeen International Football Festival?, skulu brúkast sum grundarlag.
Bæði U15 og U17 landsliðini vunnu kappingina í teirra aldursbólkum.
Sum Portalurin skrivaði fyrr í dag, vann U15 1-0 á Aberdeen, og fyri løtu síðani vunnu U17 dreingirnir teirra finalu 2-1 á Dundee.
Róaldur Jacobsen úr B36 skjeyt fyrra málið, longu tá fimm minuttir vóru farnir og í seinna hálvleiki javnaði Dundee. Men tá 10 minuttir vóru eftir avgjørdi Heini Vatnsdal úr VB/TB dystin fyri føroyingar.