U17- og U19-lutakast hjá kvinnum í hondbólti

Føroysku ungdómslandsliðini skulu taka lut í spennandi EM-kappingum komandi summar. Í dag var lutakast í Wien til EM-kappingina hjá U17- og U19-landsliðunum hjá kvinnum. Bæði liðini hava fingið ein spennandi bólk, har okkara hava møguleikar.

Lutakastið:

EHF Championship – U17 kvinnur

Tbilisi, Georgia, 7.-15. august 2021

Bólkur A: Niðurlond, Ukraina, Georgia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, Luksemborg

Bólkur B: Serbia, Italia, Føroyar, Ísrael, Estland 

EHF Championship – U19 kvinnur

Skopje, Makedonia, 10.-18. juli 2021

Bólkur A: Ísland, Pólland, Hvítarussland, Finnland, Stóra Bretland

Bólkur B: Niðurlond, Føroyar, Norðurmakedonia, Kosovo, Bosnia Hersegovina