U17: Spennandi avbjóðing í Gibraltar

Frá 12. til 20. mars fer U17-landsliðið við dreingjum til Gibraltar, har UEFA menningarkapping er á skránni. 18 spælarar eru úttiknir til kappingina, sum verður ímóti Gibraltar, Íslandi og Litava, skrivar Fótbóltssambandið

F.v.: Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari, Fróði Clementsen, málmansvenjari, og Rógvi Nónsgjógv Poulsen, hjálparvenjari - Mynd: FSF.fo

Frá 12. til 20. mars fer U17-landsliðið við dreingjum til Gibraltar, har UEFA menningarkapping er á skránni. 18 spælarar eru úttiknir til kappingina, sum verður ímóti Gibraltar, Íslandi og Litava, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkappingina í Gribraltar, sum verður frá 12. til 20. mars. Luttakandi londini vera Gibraltar, Føroyar, Ísland og Litava. Allir dystirnir verða spældir á Victoria Stadion, ið er tjóðarleikvøllurin í Gibraltar.

 

Áðrenn fráferð eru tvær venjingar á skránni, sum verða mikudagin 6. og fríggjadagin 8. mars. Ferðalagið fer úr Føroyum týsdagin 12. mars.

 

Hópurin:

 

Jógvan í Skála, HB

 

Rani Johannesen, HB

 

Jónas Brynhildarson Gaard, HB

 

Dánial T. Mørkøre, HB

 

Silas B. Joensen, HB

 

Dávid Reynheim, HB

 

Markus Johansen, 07 Vestur

 

Rasmus Helgason, 07 Vestur

 

Rasmus Emil Poulsen, B36

 

Djóni Sivertsen, B36

 

Eyðtór Eysteinsson Joensen, Royn

 

Jens Eiler Samson, Víkingur

 

Páll Müller, KÍ

 

Jeffrey Dulavík Berg, Skála

 

Tróndur Sjúrðarson, NSÍ

 

Pauli Richardson, NSÍ

 

Benadiktus Olsen, NSÍ

 

Mathias Trygve Møberg, Viborg FF (Danmark)

 

Dystaskráin:

 

14. mars Litava – Føroyar

 

16. mars Føroyar – Ísland

 

19. mars Gibraltar – Føroyar

 

F.v.: Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari, Fróði Clementsen, málmansvenjari, og Rógvi Nónsgjógv Poulsen, hjálparvenjari - Mynd: FSF.fo