Føroyska U17-landsliðið við dreingjum fekk í dag eitt tap í sínum fyrsta dysti í EM-undankappingini, ið verður spæld í Tblisi í Georgia.
Í fyrsta dystinum spældu Føroyar ímóti Hollandi, sum helst er sterkasta av teimum fýra liðunum í bólkinum, og Holland vann 4-0, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum.
Hini bæði londini í bólkinum, sum eru Georgia og San Marino, spældu eisni í dag, og har vann Georgia 3-1.
Leygardagin klokkan 13 skulu Føroyar spæla ímóti Georgia og týsdagin klokkan 12.30 ímóti San Marino.