Føroyska U17-kvinnulandsliðið spældi í dag móti bólkafavorittunum, Belgia í EM-undankappingarbólki B3, ið verður leiktur í Slovenia.
Belgia vann í fyrsta dystinum 11-0 á Aserbadjan, so givið var, at tað fór at vera torført í dag. Tað bleiv tað eisini. Føroyar máttu leggja rygg til stórtap 0-6. Belgia skoraði trý mál í hvørjum hálvleiki.
Samlaða talið: royndir á málið hjá mótstøðuliðnum vístu 33-2 til Belgia.
Í sama undanbólki vann Slovenia 3-0 á Aserbadjan.
Belgia hevur seks stig, Føroyar og Slovenia hava trý stig hvør, meðan Aserbadjan einki stig hevur.
Mikudagin klokkan 11 fáa føroysku U17-kvinnurnar ein gyltan møguleika at tryggja sær trý stig aftrat teimum tær knógvaðu í minniliga 4-0 sigrinum á Slovenia. Mótstøðuliðið verður Aserbadjan, ið hevur málúrtøkuna 0-14. Vinna Føroyar á Aserbadjan verður talan um eina væleydnaða undankapping.
Hesar byrjaðu inni í dag:
12 Hanna Ellefsen (M)
4 Aleksandra Zachariassen
5 Rakul Maria Rasmussen
6 Emma Charlotta Knudsen
7 Sara Benjaminsen
8 Lilja Debess av Teigum
9 Kára Sigurðsson (Liðskipari)
10 Sára Vang Justinussen
15 Ragnhild Magnusson
16 Lilja Eiriksdóttir Højsted
18 Tóra við Gil
Bonkurin:
1 Elin Elmelund Hansen (M)
2 Elisabeth Bjartalíð
3 Madi Elsipa Luisa Hansen
11 Lív Pálsdóttir (64.)
13 Erikka Sigurðsson (81.)
14 Naomi Hansen (74.)
17 Anna Katrina Poulsen (64.)











