U18: Ferðin til Georgia er byrjað

U18-landsliðið við dreingjum í hondbólti er ávegis til EM-kapping í Georgia

U18 landsliðið við monnum er í dag farið av landinum og sett kósina móti Tbilisi í Georgia, har teir skulu taka lut í EM-kapping. Føroyar eru í bólki við Luksemborg, Estlandi, Litava, Makedonia og Sveis. Fyrsti dysturin hjá Føroyum er fríggjadagin móti Luksemburg.

 

EM-kappingin er skipað á sama hátt, sum tann, ið U20-manslandsliðið júst hevur luttikið í, har tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar og at tað annars eru plaseringsdystir.

 

Til ber at fylgja U18 landsliðnum á Instagram hjá HSF, sum eitur Faroe Islands Handball. Dystirnir hjá U18 verða stroymdir á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum, eurohandball.com. Venjarar hjá U18 landsliðnum eru Birgir Hansen og Bogi Hendriksen.

 

Teir, sum eru úttiknir til EM-kappingina eru: 

Heini á Heygum, VÍF

Andri K. Hansen, STÍF

Martin Danielsen, STÍF

Ivan Mrdalo, STÍF

Dánjal Ragnarsson, Neistin

Julian Kragesteen, Neistin

Jónas Rasmussen, Neistin

Tróndur Mikkelsen, Skjern Håndbold

Høgni F. Gaard, Skjern Håndbold

Gilli S. Holm, Oure

Pauli Mittún, H71

Sakaris A. Sakarisson, H71

Hákun av Teigum, H71

Bogi Hansen, H71

Elias á Skipagøtu, H71

Pauli Jacobsen, H71