U18 kvinnurnar farnar at venja aftur

Fótbóltur: 27 kvinnuligir spælarar skulu kappast um tey 18 plássini

Sunnudagin vandu spælarar, sum kunnu koma uppá tal til U18 kvinnulandsliðið í fótbólti, í Havn.

Álvur Hansen, landsliðsvenjari skal úttaka eitt landslið, og tí hevði hann sent boð eftir 27 spælarum.

Teir vóru: Ata Høgnadóttir, Eyðvør Thomsen, Eyðfríð Kristiansen, Vivian Thorleifsson, Maria Johnsson og Silja á Borg úr HB, Arnbjørg Danielsen, Marjun Olsen, Anja Weihe og Katrin Lindberg úr B36, Ragna Andreasen, Rannvá Andreasen og Una Olsen úr KÍ, Irdi Hansen og Vár Petersen úr NSÍ, Lív Hansen úr B68, Halltóra Joensen, Guðrið Mortensen, Diana Dahl og Linda Kjærbo úr VB, Elin Højsted úr B71, Birna Henriksen úr FS Vágum, Anna Maria Kruse úr EB, Annika Thomsen úr Sumba, Heidi Jacobsen, Hansa Mikkelsen og Sólfríð Skoradal úr GÍ.

Venjingin var í Gundadali sunnudagin og fleiri venjingar verða í næstum.