Tað hava ikki verið serliga hugaliga úrslit okkara ungdómslandslið hava fingið í EM-kappingum hesa vikuna. Dreingjalandsliðið (U16) tapti báðar sínar dystir í kapping í Holland, 0-7 fyri Hollandi og 0-7 fyri Finlandi, og fyrr í vikuni tapti U18-kvinnurnar heili 8-0 fyri Noregi.
Men fríggjadagin kom so endaliga eitt úrslit, sum vit kunnu fegnast um. U18 kvinnurnar spældu ímóti Ungarn, og tað eydnaðist okkara liði at vinna 1-0. Tað var Teresa Johnsson, sum skoraði málið.
Álvur Hansen er venjari hjá U18 kvinnunum og Jón Harald Poulsen hjálparvenjari.