U19: Elias er millum teir úttiknu

Elias Ellefsen á Skipagøtu er millum teir 17 spælararnir, sum skulu við føroyska U19-landsliðnum til Scandinavian Open og EHF Championship

Landsliðsvenjararnir, Mark Lausen- Marcher og Julian Johansen, hava úttikið spælararnar til Scandinavian Open og EHF Championship kappingina, sum báðar verða í august, skrivar HSF.fo.

 

Liðið skal fyrst spæla Scandinavian Open saman við stóru hondbóltstjóðunum, Noreg, Svøríki og Danmark. Talan er um kapping, sum verður spæld í Lund í Svøríki í døgunum 6. – 8. august, ein kapping liðini vanliga nýta at fyrireika seg til EM-kappingarnar í august.

 

Seinni í august, skulu Føroyar spæla EHF Championship kapping í Varna í Bulgaria, í døgunum 17. – 23. august. Kappingin skuldi upprunaliga hava verið spæld í 2020, men var útsett vegna korona. Spælt verður í tveimum bólkum, har vinnarin av kappingini vinnur seg til EM-endaspælið fyri U20 í 2022. Eisini fær vinnarin møguleikan at spæla um pláss til HM. Føroyar eru í bólki saman við Kekkia og vertunum úr Bulgaria. Í hinum bólkinum eru Belarus, Slovakia, Finnland og Litava.

 

Málverjar:

 

Pauli Jacobsen, H71

 

Alexander Sacho Lacok, VÍF

 

Útispælarar:

 

Janus Dam Djurhuus, H71

 

Baldur Gillason, H71

 

Pauli Høj, Neistin

 

Hákun West av Teigum, Skanderborg

 

Bogi Hansen, H71

 

Ragnar Karlsson, H71

 

Viktor Nørlyng Gaini, GOG

 

Sakir Tróndarsson Frýdal, H71

 

Bjarni í Selvindi, StÍF

 

Pauli Mittún, H71

 

Óli Mittún, GOG

 

Ári Rúnason, H71

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Savehof

 

Sveinur Olafsson, H71

 

Skráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

 

Í Lund til Scandinavian Open:

 

Fríggjadagin 6. august kl. 16.00 Føroyar – Noreg

 

Leygardagin 7. august kl. 17.00 Svøríki – Føroyar

 

Sunnudagin 8. august kl. 09.00 Føroyar – Danmark

 

Í Varna í Bulgaria til EHF Championship:

 

Týsdagin 17. august kl. 16.00 Bulgaria – Føroyar

 

Hósdagin 19. august kl. 16.00 Kekkia – Føroyar

 

Leygardagin 21. august plaseringsdystir

 

Sunnudagin 23. august plaseringsdystir