U19 EM: Føroyar vunnu greiðan sigur á Finnlandi

Fyrsti føroyski sigurin í hesum EM-endaspælinum er komin til høldar

HSF skrivar:

 


- U19-kvinnur: Fyrstu EM-stigini

 

Við einari vælleikandi Silju Geirsdóttir Eystberg á odda vunnu Føroyar fyrstu EM-stigini til eitt ungdóms-EM-endaspæl á kvinnusíðuni. Føroyar vunnu ein tryggan 32-25 sigur á Finnlandi.

 

Finska liðið hevði víst góðar taktir higartil í kappingini, og høvdu tær yvirtakið fyrstu løtuna. Teirra 5-1 verja órógvaði føroyska spælið, og spældu okkara við ov stórum váða. Føroyska verjan stóð tó væl saman við Gyltu á Neystbø í málinum og fingu trýst finsku skotini. Finnar brendu illa um miðjan hálvleik, og gjørdi hetta at okkara komu nøkur mál framum. Í føroyska álopinum vóru tað serliga Ró Reginsdóttir og Silja Eystberg sum gjørdu um seg, hin fyrra við kvikum gjøgnumbrotsspæli og hin seinna við góðum langskotum. Føroyar vóru frammanfyri 15-12 í hálvleikinum.

 

Finnland fekk betru byrjanina uppa seinna hálvleik og javanaðu til 15-15 eftir bert tríggjar minuttir. Okkara gjørdu nógvar tekniskar villur og fingu eisini tvær útvísingar fyrstu løtuna. Føroyar funnu seg tó skjótt til rættis og tóku leiðsluna við Ró Reginsdótti á odda í álopinum. Finska liðið hevði tað trupult restina av dystinum og vísti Føroyar hægri góðsku seinastu 25 minuttirnar og vunnu trygt 32-25.

 

Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eystberg kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Skotini hjá Silju sótu serstakliga væl í dag og var hon eisini trygg við brotskøstunum. Hon gjørdi heili 13 mál. Næsti dystur hjá Føroyum er í morgin kl. 11.00 móti Sveis. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com. Skrivar HSF.

 

Dystargongdin Finnland – Føroyar:

5 min. 3-1

10 min. 4-5

15 min. 5-8

20 min. 6-10

25 min. 8-12

30 min. 12-15

35 min. 15-16

40 min. 17-21

45 min. 18-23

50 min. 19-25

55 min. 22-28

60 min. 25-32

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

Silja Geirsdóttir Eystberg 13 (4)

Ró Reginsdóttir 5

Joan Johannesen 5

Agatha Djurhuus 3

Elida Joensen 2

Rakul Borgarlíð Joensen 2

Fjóla Skaalum Vilhelm 1

Marta Højgaard 1

 

Málverjar:

Gylta á Neystabør 34%

 

Mynd: HF Montenegro / MatchLens.me