U19: EM-fyrireikingar ímóti Írlandi og Portugal

Øssur Hansen hevur úttikið 20 spælarar til venjingarkapping í Spania, har føroyska liðið skal royna seg ímóti Portugal og Írlandi, skrivar Fótbóltssambandið

Venjarin hjá U19-dreingjunum, Øssur Hansen, hevur kunngjørt hópin, sum fer á venjingarlegu í Spania frá 9. til 15. oktober - Mynd: FSF.fo

Øssur Hansen hevur úttikið 20 spælarar til venjingarkapping í Spania, har føroyska liðið skal royna seg ímóti Portugal og Írlandi, skrivar Fótbóltssambandið. Kappingin er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia í novembur. Tveir venjingardystir eru á skránni, tá U19-landsliðið við dreingjum í næstum fer á venjingarlegu í Pinatar í Spania.

 

Fyrri dysturin verður mikudagin 11. oktober ímóti Portagal, meðan tann seinni verður leygardagin 14. oktober, og tá verður spælt móti Írlandi. Báðir dystirnar vera spældir á Pinatar Arena, sum liggur í Alicante umráðnum.

 

Landsdystirnar móti Írlandi og Portugal eru samstundis fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia í november. Har skulu Føroyar møta Kroatia, Ísrael og Armenia.

 

Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Christian Høgna Jacobsen, hevur hann kunngjørt teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til venjingarkappingina í Spania.

 

Hópurin:

 

Julian Mouritsen, 07 Vestur

 

Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur

 

Jónas Bjarnason Prior, 07 Vestur

 

Tobias Elmelund Hansen, B36

 

Marius Allansson Árting, B36

 

Carl Mikkelsen, B36

 

Mattias Hellisdal, B36

 

Rókur Kollsker, B36

 

Emil Elmelund Hansen, B36

 

Hanus Højgaard, B68

 

Svend Danielsen, B68

 

Hans Pauli á Bø, EB/Streymur

 

Virgar Jónsson, EB/Streymur

 

Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)

 

Jóhan Josephsen, KÍ

 

Sølvi Johannesen, KÍ

 

Jón Petur Thomsen, NSÍ

 

Teitur Knudsen, NSÍ

 

Árni Nóa Atlason, Víkingur

 

Ingi Arngrímsson, Víkingur

 

Venjarin hjá U19-dreingjunum, Øssur Hansen, hevur kunngjørt hópin, sum fer á venjingarlegu í Spania frá 9. til 15. oktober - Mynd: FSF.fo