Fyri aðru ferð í summar skal eitt føroyskt ungdómsmanslandslið spæla eina fjórðingsfinalu í einum HM-endaspæli.
Fyrr í summar megnaði føroyska U21-manslandsliðið at vinna seg í fjórðingsfinaluna, og í dag hevur føroyska U19-manslandsliðið gjørt teimum kunstin eftir.
Føroyska U19-manslandsliðið vann fyri løtu síðani ein knúsandi 41-23 stórsigur á Saudiarabia.
Grundin var løgd við einum framúr væl spældum fyrra hálvleiki. Í steðginum vóru Føroyar á odda heili 22-11. Í seinna hálvleiki megnaði føroyska liðið at halda stásið við líka.
15 ára gamla vidundurbarnið, Jákup Egholm gjørdi veruliga vart við seg við at skjóta átta mál upp á átta málroyndir. Jákup var eisini uppiborið valdur at vera besti leikarin í dagsins dysti.
Ísak Vedelsbøl gjørdi tað eisini framúr við at skjóta níggju mál.
Føroysku málverjarnir, Sasha Lacok og Leivur Joensen vóru somuleiðis framúr. Teir báðir bjargaðu 42 prosent av saudisku málroyndunum.
Málskjúttar: Ísak Vedelsbøl 9/11, Jákup Egholm 8/8, Trúgvi Hávardsson 4/4, Óla Jákup Gaard Olsen 4/6, Óli Mittún 4/8, Rókur Ziskason 3/3, Sofus í Selvindi Nattestad 3/4, Tóki Fríðriksson 2/3, Rói Hjaltason Seyer 2/4, Høgni Højsted 1/1, Niklas Gaard 1/1.