U19-kvinnur: Spæla móti Slovenia í dag

Føroysku U19-kvinnurnar skulu í kvøld spæla hálvfinalu í EHF Championship kappingini í Litava

Føroysku U19-kvinnurnar skulu í kvøld spæla hálvfinalu í EHF Championship kappingini í Litava móti Slovenia. Føroysku U19-kvinnurnar taptu fyri tveimum døgum síðani 29-28, móti kappingarfavorittunum Spania. Hálvleiksstøðan var 16-13 til Føroyar. Føroyar eru tó víðari til hálvfinaluna sum nr. 2 og verður greitt seinni í dag, hvørjar okkara møta leygardagin, Slovenia, Litava ella Estlandi.

 

- Fyri einum ári síðani vann Spania heili 36-23 á Føroyum í HM-endaspælinum í Makedonia. Tað var tó greitt frá byrjan, at okkara vildu gera tað betri hósdagin. Dysturin byrjaði við sera høgari leikferð og gekk javnt á fyrstu løtuna. Spanska verjuspælið var ágangandi í 4-2 formasjón, men megnaðu okkara at spæla seg til málkjansir. Føroyska liðið var veruliga vælspælandi í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, samstundis sum Silja Müller stóð væl í føroyska málinum og vóru tað okkara, sum løgdu seg fram um. Hálvleiksstøðan var 16-13 til Føroyar, skrivar Hondbóltssambandið um dystin móti Spania, og leggur afturat:

 

- Hóast verjan stóð hampuliga væl, so vóru okkara heldur óhepnar í fleiri støðum í byrjanini av seinna hálvleiki og át Spania føroysku leiðsluna upp eftir 5 minuttum og løgdu tær seg á odda. Liðini fylgdust, men var tað fyri tað mesta Spania, sum var omaná. Okkara komu tó aftur og var javnleikur, tá 5 minuttir restaðu. Okkara høvdu tó ikki hepni og neyvleikan seinastu løtuna og koppaði dysturin til Spania Dysturin endaði 29-28 til Spania. Hóast tap var talan um ein góðan dyst hjá føroyska liðnum móti einum sera sterkum sponskum mótstøðuliði.

 

Eftir dystin var føroyski høgri bakkurin, Maria Pálsdóttir Nólsoy, kosin besti føroyski spælarin í dystinum. Føroyar skulu nú spæla hálvfinalu móti Slovenia. Allir dystir kunnu stroymast ókeypis á ehftv.com.

 

Dystargongdin:

 

5 min. 2-2

 

10 min. 4-3

 

15 min. 6-4

 

20 min. 7-8

 

25 min. 10-12

 

30 min. 13-16

 

35 min. 18-17

 

40 min. 19-19

 

45 min. 23-22

 

50 min. 24-22

 

55 min. 27-26

 

60 min. 29-28

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Bjørk F. Joensen 6

 

Lukka Arge 5(2)

 

Karin Egholm 4

 

Lea Mohr 3

 

Maria P. Nólsoy 3

 

Barbara Hammer 3

 

Silja Heðinsdóttir 1

 

Anna Elisabeth H. Weyhe 1

 

Inga Maria Roysdóttir 1

 

Sára Lagos 1