U19-manslandsliðið skal kappast um HM í Egyptalandi

U19 HM endaspælið verður leikt í august

Mynd: HSF

Føroyska U19-manslandsliðið fer dagarnar 6. til 17. august komandi ár at kappast í U19 HM endaspælinum.

 

Altjóða hondbóltssambandið, IHF hevur tikið avgerð um, at HM endaspælið verður leikt í Egyptalandi.

 

Norðurmakedonia, Slovenia og Pólland høvdu eisini eitt ynskið um at vera vertur fyri endaspælinum, men valið fall á Egyptaland. 

 

32 lið fara at kappast í U19 HM-endaspælinum.

 

 

 

Mynd: HSF