U19 NEVZA kappingin í flogbólti verður í Føroyum

Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu U19 NEVZA kappingini fyri gentur og dreingir. Í døgunum 25. oktober til 27. oktober verða kappingarnar í høllini á Hálsi

Fyri einum ári síðani stóð FBF í boðið at gerast vertur fyri árligu U19 NEVZA kappingunum. Seinastu árini hava hesar kappingarnar verið hildnar í Rovaniemi í norður Finnlandi, men næstu trý árini verða tær í Havn. Høllin á Hálsi verður við tveimum flogbóltsvallum karmur um kappingarnar og í 2025 kunnu kappingarnar vónandi vera í høllini við Tjarnir.

 

NEVZA er norðuratlantiska økið undir CEV og eru luttakandi londini Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Finnland, Danmark og Ongland. Til kappingina síðst í oktober luttaka 11 lið við tað at Finnland ikki verður við og Noreg luttekur ikki við teirra dreingjaliðið. 

 

Talan er um eitt rættuliga stórt tiltak við nógvum formligum ásetingum. Ein av eldsálunum innan føroyskan flogbólt, Hanna Helena Weihe Simonsen, hevur átikið sær at verða kappingarleiðari og at samskipa fyrireikingarnar av kappingunum.

 

Føroysku U19 landsliðini fyri dreingir og gentir hava undir leiðslu av avikavist Boban Ilic og Ragnar í Haraldstovu í eina tíð fyrireika seg til at leika á heimavølli. Komandi vikuskifti verða liðini bæði í venjingarlegu í Kollafirði.