Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld grannauppgerð móti Silkeborg-Voel í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í JYSK Arena høllini í Silkeborg vunnu Jana og liðfelagarnir stórsigur 32-22 á Silkeborg-Voel. Í steðginum var Viborg á odda 14-10.
Tað gekk væl hjá føroyska landsliðsleikaranum í kvøld. Jana skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og hon legði eisini upp til seks mál hjá liðfeløgunum.
Viborg er nummar fimm í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Viborg hevur tvey stig upp til fremstu liðini, Odense og Herning-Ikast sum hava 10 stig hvør.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur Viborg heimadyst móti Aarhus United.