U2 í Kvívík

Fyrstu vikuna í mars verður skipað fyri U2-tiltøkum í Kvívíkar kirkju.



Fyrstu vikuna í mars verður skipað fyri U2-tiltøkum í Kvívíkar kirkju. Talan er um bæði fyrilestur, konsert, verkstovu og guðstænastu.

Týskvøldið 4. mars: Heimurin sambært U2

Jakob Brønnum heldur fyrilestur. "Einaferð ynsktu vit at verða The Beatles. Nú eru vit tað". Sangarin í U2 setur ikki sítt ljós undir skeppumálið. Og rætt hevur hann. U2 er heimsins størsti rokkbólkur. Men eisini á ein annan hátt setur hann ikki sítt ljós undir skeppumálið: Sangirnir hjá U2 eru fyltir við bíbilskum tilsipingum og nýmótans guðfrøði. Fyrilesturin vísir okkum, hvussu ein dygg guðfrøði liggur goymd í tilfarinum eftir U2. Fyrilesturin er grundaður á ta stóru bókina eftir Jakob Brønnum "Verden ifølge U2" (274 síður, Forlagið Alfa 2012)

 

 

Leygarmorgunin 8. mars: U2-verkstova

Verkstovan fer í dýpdina í fleiri av teimum størstu sangunum eftir U2 - og nakrar av teimum meira sermerktu. Saman við luttakarunum lesur Jakob Brønnum tekstirnar og skiftir orð um sjónarhornini í teimum. Talan er um eina áhugaferð í bæði bíbliu- og rokksøguni. Luttakararnir í verkstovuni kunnu sjálvi koma við uppskotum til sangir, sum tey ynskja at lesa meira gjølla.

 

Fríggjakvøldið 7. mars: Kirkjukonsert - Jakob Brønnum tulkar U2

Kvøldið bjóðar upp á nøkur hæddarpunkt úr goymsluni av mætum sangum eftir U2. Í 10 ár hevur Jakob Brønnum tulkað rokkballadur eftir U2 (eins og tónlistafólk sum Dylan og Springsteen) á kirkjukonsertum í Danmark. Konsertin varir umleið ein tíma.

--

Eitt sindur um Jakob Brønnum: Hann er guðfrøðingur og rithøvundur og hevur skrivað skaldsøgur, yrkingar og stuttsøgur, m.a. ”Kirkegården ved havet” (2012), sum eru yrkingar eftir føroyskum motivum. Nýggjasta útgávan er guðfrøðiliga ritroyndin "Kristus sum antihetja". Hann arbeiðir í løtuni við eini bók nýtsluna hjá Bob Dylan av Bíbliuni í sínum tekstum. Jakob Brønnum hevur skrivað tíðargreinir um U2, Dylan og Bruce Springsteen umframt eitt ískoyti til antologiina "Rockprofeter". Jakob Brønnum er blaðstjóri á blaðnum hjá danska prestafelagnum. Hann er giftur føroyskari konu og býr í Svøríki við familjuni.