Ein privat persónur keypti ein Basquiat málning frá U2 á eini uppboðsølu fyri yvir 50 mió. kr. Tann amerikanski málarin Jean-Michel Basquiat stavaði ávikavist frá Puerto Rico og Haiati. Hann hevði mitt í 1980?unum eina sera komiska listakarrieru, m.a. vegna vinarlag hansara við Andy Warhol.
Eftir deyða hansara í 1988 eru málningar hansara seldir fyri stórar milliónupphæddir, og metið varð sett í 2002, tá Lars Ulrich úr Metallica seldi myndina ?Profit 1? fyri 5,5 mió. dollarar. So dýrur var hesin málningurin hjá U2 tó heldur ikki, men tað kann sigast, at teir hóast alt tjentu nøkur oyru.
U2 keypti hendan málningin í 1989, eftir at Adam Clayton sá tað í einum gallari í New York. Síðani hevur málningurin hingið í upptøkustovuni hjá U2, men nú tóku teir ta avgerð at selja tað, til tess at gjalda eykarokningarnar. Tað verður nú eingin trupulleiki, nú teir endaðu við at tjena meir enn 50 mió. krónur upp á hann. Málningurin endaði hjá einum privatpersóni úr Evropa.