U20 EM: Føroyar vunnu stórsigur á Italia - Skulu spæla um 17. plássið

Talan gjørdist um sekstanmálssigur til Føroyar

Føroyska U20 manslandsliðið spældi í kvøld næstseinasta dystin í EM-endaspælinum í Slovenia.

 

Í hálvfinaluni um rættin at spæla um 17. plássið vunnu Føroyar stórsigur 42-26 á Italia. Í steðginum vóru Føroyar á odda 23-12, so tá var alt mest sum avgjørt.

 

Í hinari hálvfinaluni vann Sveis 39-33 (16-15) á Kekkia. Føroyar skulu sostatt spæla dyst um 17. plássið móti Sveis.

 

Dysturin móti Sveis verður leiktur í morgin klokkan 18. Talan verður um seinasta dystin hjá okkara monnum í hesum EM-endaspælinum. 

 

Føroyar skoraði upp á 42 av 62 málmøguleikum í kvøld. Italia skoraði upp á 26 av 51 málmøguleikum.

 

Torstein Sivertsen í málinum hevði eitt bjargingarprosent upp á 41,2 prosent.

 

Føroyar-Italia 42-26 (23-12)

 

Málskjúttar: Ísak Vedelsbøl 8/9, Óli Mittún 6/7, Óla Jákup Gaard Olsen 6/8, Høgni Heinason 5/7, Tóki Fríðriksson 4/5, Trúgvi Hávardsson 3/4, Helgi Poulsen 3/4, Jákup Egholm 3/4, Niklas D. Gaard 2/5, Rói S. Hjaltason 1/2, Búi Poulsen 1/4. 

 

Bjargingar:  Torstein Sivertsen 14/34. Aleksandar Lacok 2/6.