Fyrrapartin klokkan 10 spælir føroyska U20-manslandsliðið dyst móti Noregi í EM-endaspælinum í Rumenia.
Vinnarin av dystinum sleppur at spæla um níggjunda plássið. Taparin spælir um ellinta plássið.
Portalurin vísir dystin. Stroymingin hoyrist á FM1.
Noreg hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á norskan sigur liggja millum 1,09 og 1,11.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 13,00 og 15,00.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 7,50 og 9,20.
HER eru oddsini:
##med2##












