U20: Føroyar eru í hálvfinaluni!

Við einum sannførandi og púra óvæntaðum sigri á Hvítarusslandi spældu føroysku U20-dreingirnir seg í hálvfinaluna

Føroyar - Hvítarussland 29-22 (16-12)
Púra óvæntað og við einum sonnum bragdi, eydnaðist tað í dag føroyska U20-landsliðnum at spæla seg í hálvfinaluna.

Seinasti dysturin í innleiðandi bólkaspælinum var á skránni í EM-kappingini í Makedonia í dag.

Undan dystinum var greitt at Hvítarussland fór at vinna bólkin, meðan føroyingar vistu at teir kundu taka annað plássið um tað eydnaðist at basa stórfavorittunum úr Hvítarusslandi.

 

Hensum møguleikanum høvdu føroyingarnar allan hug at taka av, tí longu frá fyrsta bríksli, sást eitt tendrað føroyskt lið, ið eisini høvdu funnið eitt taktiskt vápn fram til høvi.

 

Føroyingarnir spældu nevnliga við sjey monnum í álopinum frá byrjan, og hetta bragdaði alt fyri eitt.

Føroyar løgdu seg greitt á odda, og hóast Hvítarussland hótti við at koma á javnt í løtum, so øktu føroyingarnir aftur so at hálvleiksstøðan gjørdist 16-12 til Føroyar.

 

Vóru hvítarussar skakaðir í hálvleikinum, so gjørdust teir uppaftur meira ørkymlaðir tá ið Føroyar fyri fyrstu ferð løgdu seg á odda við fimm málum, stutt eftir steðgin.

Sjey móti seks spælið hjá Føroyum helt fram, og tað eydnaðist avbera væl saman við einari sterkari verju og ikki minst Hørði Trygvasyni í málinum.

Í álopinum syrgdi Vilhelm Poulsen í heilum fyri at varðveita føroysku leiðsluna, tá ið hann ferð eftir ferð langaði bóltin í málið.

Hetta kom væl við, tá ið hvítarussar minkaðu niður í tvey mál á muni, men síðani tóku føroyingarnir á aftur og økti avgerandi um munin. Endaliga støðan gørdist tí 29-22, og ein sannførandi sigur og eitt satt bragd var veruleiki.

Vilhelm Poulsen var eftir dystin valdur til dagsins leikara.

Føroysku málskjúttarnir:

Vilhelm Poulsen 10, Høgni Zachariassen 6, Brandur Halgirsson 4, Niklas Højgaard Hanusarson 3, Tróndur Wardum 3, Hallur Arason 1, Leivur Mortensen 1, Djóni Jansson Petersen 1.