U20-kvinnulandsliðið skal til HM-undankapping í Serbia

Føroyska U20 kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla HM-undankapping í Serbia, dagarnar 21. til 26. november

HSF skrivar á heimasíðu sínar: - Í komandi viku fara føroysku U20-kvinnurnar til Serbia, har tær skulu spæla HM-undankapping.

 

Kappingin verður í døgunum 21. – 26. november í býnum Vrnjacka Banja. Vinnarin av kappingini fær pláss í HM-endapælinum, sum verður í juni í 2024 í Norðurmakedonia. Lið nr. 2 verður fyrsta eykalið til HM, í so fall at onkur tjóð velur ikki at luttaka.


Talan er um eitt sokallað millumumfar, har nr. 1 og 2 úr EHF Championship kappingunum í summar í Litava og Kosovo, og so lið nr. 15. og 16 úr EM-endapælinum í summar, kappast um eitt HM-pláss. Liðini, sum koma at kappast, eru ávikavist Spania, Føroyar, Italia, Serbia og Kroatia. Eysturríki hevði eisini rættin at luttaka, men hevur givið avboð.

 

Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Týsdagin 21. nov. kl. 18.30 Kroatia – Føroyar

Mikudagin 22. nov. kl. 18.30 Føroyar – Italia

Hósdagin 23. nov. kl. 18.30 Spania – Føroyar

Leygardagin 25. nov. kl. 13.00 Føroyar – Serbia


Hesir leikarar eru úttiknir:

 

Málverjar:

Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin

Gylta á Neystabø, Kyndil


Útileikarar:

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

Barbara Hammer, Kyndil

Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

Bjørg á Líknargøtu, VÍF

Inga Maria Roysdóttir, Kyndil

Karin Egholm, H71

Karina Debes Heinsen, Kyndil

Lea Sesilia Lava Brockie, H71

Lukka Arge, H71

Maria Mrdalo, StÍF

Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin

Sára Sundstein Lagos, VÍF

Silja Olivia Heðinsdóttir, Neistin

 

Venjaratoymi:

Simon Olsen, venjari

Christoffur Gert Nielsen, hjálparvenjari

Annika Magnusdóttir Arge, málverjavenjari

Ann-Mari Wang, liðleiðari

Sebastian Christensen, Fysioterapeut