U20 landsliðið skal vinna IHF Trophy

Málið er eisini at vinna minst tveir dystir í EM undankappingini

Kári Nielsen, U20 landsliðsvenjari, er bjartskygdur undan uppgávunum seinni í vár og tíðliga í summar. Bæði í EM undankappingini og í IHF Trophy, er málið at vinna fleiri dystir.

 

Í EM undankappingini, sum verður í Ísrael frá 4. apríl til 6. apríl, eru Føroyar í bólki saman við Rumenia, Ísrael og Luksemburg.

 

- Her hava vit møguleika móti Ísrael og Luksemburg. Rumenia er sterkasta liðið í bólkinum, men vit spæla móti teimum fyrst. Tað kann verða okkara møguleiki um teir undirmeta okkum, sigur Kári Nielsen, sum hevur sett fýra stig, ella tveir sigrar, sum mál í EM undankappingini.

 

IHF Trophy kappingin er ikki eins sterk og har málið stutt og greitt at vinna.

 

- Har kann málið ikki verða annað enn at vinna kappingina, sigur Kári Nielsen, sum eisini hevur bjartar vónir fyri framtíðina hjá landsliðnum, men leggur dent á, at tað er týdningarmikið at spælarar fara av landinum at royna seg.

 

- Føroyska kappingin er ov veik í løtuni. Tí mugu spælarar av landinum at mennast, sigur Kári Nielsen.

 

Hægsta raðfestingin í U20 landsliðsúttøkuni eru fratíðarmøguleikarnir hjá spælarunum og viljin at gerast betri. Tí eru eisini spælarar úr fleiri aldursbólkum.