U20-menn í krútsterkan EM-bólk

Føroysku U20-menninir fingu eitt torført lutakast. Føroyar komu í bólk saman við Slovenia, Danmark og Ungarn

Føroysku U20-menninir fingu eitt torført lutakast. Føroyar komu í bólk saman við Slovenia, Danmark og Ungarn. Tá hesin sami aldursbólkurin spældi U18-EM, gjørdist Slovenia nummar 4, Danmark nummar 5 og Ungarn nr. 9. Út frá styrkismetingini til lutakastið var Slovenia veikasta liðið í potti 1, Danmark sterkasta liðið í potti 2 og Ungarn sterkasta liðið í potti 3. Hetta var sostatt eitt sera avbjóðandi lutakast. Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki koma víðari til millumrunduna.

 

Bólkarnir:

 

Bólkur A: Spania, Portugal, Noreg, Pólland

 

Bólkur B: Slovenia, Danmark, Ungarn, Føroyar

 

Bólkur C: Kroatia, Svøríki, Frakland, Montenegro

 

Bólkur D: Týskland, Ísland, Italia, Serbia

 

Kappingin verður leikt í Porto í Portugal, dagarnir 7. – 17. juli.