U21: Atgongumerkjasølan er byrjað

Sølan av atgongumerkjum til U21-landsdystin millum Føroyar og Andorra, sum verður í Klaksvík fríggjadagin 16. juni er byrjað, boðar Fótbóltssambandið frá

Fríggjadagin 16. juni klokkan 18:00 spæla Føroyar og Andorra U21-landsdyst á Djúpumýru í Klaksvík - Mynd: Hans Erik Danielsen

Sølan av atgongumerkjum til U21-landsdystin millum Føroyar og Andorra, sum verður í Klaksvík fríggjadagin 16. juni er byrjað, boðar Fótbóltssambandið frá. Um ein mánað fer føroyska U21-landsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Hesaferð eru Føroyar í bólki saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.

 

Fyrsti dysturin verður á Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin 16. juni klokkan 18:00, tá Andorra kemur á vitjan. Atgongumerkjasølan til dystin er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Kostnaðurin er 95 krónur, tó er ókeypis atgongd fyri børn og ung, sum eru 15 ár ella yngri.

 

Fríggjadagin 16. juni klokkan 18:00 spæla Føroyar og Andorra U21-landsdyst á Djúpumýru í Klaksvík - Mynd: Hans Erik Danielsen