U21: Føroyar fingu 1-1 ímóti Andorra

Føroyar komu á odda, tá 33 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Málið kom eftir álop í vinstru síðu. Pól Jóhannus Justinussen var komin fram við og fekk lagt innfyri, har Jóan Símun kom at standa væl fyri í andorianska brotsteiginum og smekkaði bóltin í málið.

 

Eftir at Føroyar vóru á odda 1-0 í hálvleikinum, javnaði Madeira fyri Andorra sjey minuttir inn í seinna hálvleik. Og hóast føroyingarnir royndu, fingu teir ikki gjørt nakað við javnleikin. Ikki var sørt, at møðin eftir tveir dystir í fýra dagar sást.

 

Fýra stig í tveimum útidystum

Fyrri hálvleikur var nokk so rótutur á tí heldur lítla vøllinum á Estadi Comunal í Andorra La Vella. Spælið gekk eitt sindur báðar vegir, men føroyingarnir vóru við yvirlutan. Í seinna hálvleiki stríddust føroyingarnir væl, men andorianararnir drálaðu nógv og royndu at halda javnleiki.

 

Tað eydnaðist so, men fýra stig burtur úr tveimum útidystum er óførur fongur hjá U21-landsliðnum. Føroyar eru komnar upp á átta stig í bólkinum og eru nú nummar fýra í bólkinum, eitt stig framman fyri Moldova. Andorra er aftast við einum stigi.

 

Føroyska liðið (4-4-1-1): Jóan Pauli Dahl Jakobsen ? Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen ? Finnur Justinussen, Bogi Løkin, Kristoffur Jakobsen (Karl Løkin, 82.), Jóan Símun Edmundsson ? Christian Restorff Mouritsen (Róaldur Jacobsen, 74.) ? Øssur Dalbúð (Jóhan Ellingsgaard, 59.)

Gult kort: Finnur Justinussen, 83.