Føroyska U21 landsliðið skal í kvøld spæla móti Suðurkorea í HM endaspælinum í Algeria. Talan er um ein langan dag fyri føroysku spælararnar, tí dysturin er so seint. Venjaratoymið valdi tí at hava ein styttri styrkivenjing fyrrapartin.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri
Koyrt var í eitt stórt korter í høvðusstaðnum her í Algeria, til komið var til eitt lítla og snotiliga venjingarstøð, sum var á góðari leið eftir umstøðunum.
Les eisini: Suðurkorea spælir øðrvísi hondbólt
- Tað er gott við eini venjing tíðliga, tá tú skal spæla seinni um kvøldið. Tað ger at nervasystemið og kroppurin fær eina áminning um hvat hendir seinni, sigur Rói Berg Hansen undan dystinum móti Suðurkorea.
Dysturin byjar klokkan 20 og Rás2 sendir beinleiðis.