Føroyar koma at spæla U21 HM-fjórðingsfinalu hósdagin klokkan 17.30. Fjórðingsfinalan verður móti antin Noregi, Slovenia ella Eysturríki, ið kappast um tvey tey ovastu plássini í millumbólki 1.
Í løtuni hava Noreg og Slovenia trý stig hvør. Eysturríki hevur tvey stig, og Ungarn er aftast við ongum stigi.
Í morgin klokkan 10.45 spæla Noreg og Eysturríki, og klokkan 13 spæla Slovenia og Ungarn.
Vinna Føroyar bólkafinaluna móti Danmark klokkan 15.15 í morgin, so koma okkara at spæla fjórðingsfinalu í Katowice, hósdagin klokkan 17.30. Um okkara ikki vinna á Danmark, so skulu okkara spæla fjórðingsfinalu í Sosnowiec, hósdagin klokkan 17.30.
So sjálvt um bæði Føroyar og Danmark eru víðari úr millumbólki 3, so spæla tey fyri at sleppa undan at fara til ein annan bý, í hesum førinum Sosnowiec at spæla HM-fjórðingsfinalu. So nakað stendur upp á spæl í dystinum millum Føroyar og Danmark í morgin. Vandar umstøður í Katowice, har okkara hava spælt fýra rimmar dystir hava ikki einki at siga.