U21 HM-lutakastið: Eitt spennandi lutakast

Pauli Mittún sigur millumspælið er fyrsta málið

- Sær út sum eitt spennandi lutakast, har vit bæði hava trekt meistararnar í Evropa og Asia. So vit sleppa at møta teimum bestu frá tveimum heimspørtum. Harumframt verður tað ein avbjóðing, har vit koma at møta øðrvísi hondbóltsspæli enn vit eru vanir við. Millumspælið er heilt vist tað fyrsta málið sum vit fara at treiskast eftir. Røkka vit tí málinum, seta vit okkum nýggj mál - eitt stig í senn.

 

Soleiðis sigur Pauli Mittún í stuttari viðmerking til in.fo um innleiðandi U21 HM-bólk D, har Føroyar eru í bólki við Spania, Japan og Angola.

 

Okkara menn skulu spæla innleiðandi bólkaspælið í Magdeburg í Týsklandi. U21 HM-endaspælið byrjar 20. juni og endar 2. juli.