U21 HM-lutakastið: Lutakastið var OK

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur góðar vónir til U21 HM-endaspælið

- Eg haldi at lutakastid var OK, vit nýtast ikki at jubla, men lutakastið var OK. Eg havi góðar vónir til HM-endaspælið.

 

Hetta sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu í stuttari viðmerking til in.fo um HM-lutakastið, har okkara U21-menn í Magdeburg møta Spania, Japan og Angola. HM-endaspælið byrjar 20. juni og endar 2. juli.

 

Elias verður ein av lyklaleikarunum um vit skulu vinna okkum víðari til millumspælið.