U21-landsliðið er sett

Føroyska U21-landsliðsvenjaraparið hevur nú sett liðið, sum skal spæla ímóti Danmark í kvøld kl.19.00 í Gundadali.

 

Talan verður um eina 4-2-3-1-uppstilling, har Dánjal Rói Olsen kemur at liggja heilt frammi. Uppstillingin minnir tó um eina 4-4-2 eisini, har Páll Klettskarð eisini kemur at virka sum áleypari.

 

Teir 11, sum byrja inni, eru:

 

Hans Jørgensen - Bárður J. Hansen, Erling D. Jacobsen, Rógvi S. Holm, Viljormur Davidsen - Klæmint A. Olsen, Róaldur Jakobsen, Karl Løkin, Gilli Sørensen - Páll A. Klettskarð, Dánjal Rói Olsen