- Maður kemur sum kunnugt í mans stað, og vit kenna okkum púra sannførdar um, at innsatsurin hjá nýggju monnunum á ongan hátt fer at mangla. So vit gleða okkum til at síggja teir í dysti, sigur Eli Hentze, U21-venjari við heimasíðuna hjá FSF.
Fríggjadagin klokkan 15:00, føroyska tíð, spælir føroyska U21-landsliðið sín sætta dyst í undankappingini til EM 2019. Mótstøðuliðið er Georgia, og tá liðini møttust á Tórsvølli í oktober mánaða í fjør, gjørdist úrslitið 3-1 til Føroyar.
- Vit byrja við einum rættuliga nýggjum sentralum miðvølli, samanborið við undanfarnar dystir í hesari kappingini. Men vit fara sjálvandi eftir at fáa stig, helst øll trý stigini, sigur Eli Hentze í stuttari viðmerking úr Tblisi í Georgia.
Teir 11 sum byrja dystin fyri Føroyar í Georgia eru hesir:
Karstin Hansen (Skála) - Jóannes K. Danielsen (KÍ), Bjarni Petersen (B36), Bartal Wardum (HB), Erlendur Magnusson (B36) - Høgni E. Nielsen (07 Vestur), Teit Jacobsen (HB), Jóannes Bjartalíð (KÍ), Benjamin Heinesen (B36), Meinhard E. Olsen (B36) - Jákup Thomsen (Thisted FC)
Til ber at fylgja dystinum við beinleiðis tekstfrásøgn á in.fo klokkan 15:00.