UEFA forsetin ræðist VAR

Aleksander Ceferin vónar at HM spælir væl av, hóast VAR verður sett í brúk

Ein hending í týskum fótbólti, har dómarin endaði við at bríksla fyri brotssparki í hálvleikinum, hevur elvt til nógv kjak um VAR, sum er dómarahjálp við sjónbandaupptøkum. Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur atkvøtt fyri at brúka VAR til HM endaspælið í summar.

 

Hóast evsta valdið hevur talað, so eru øll ikki samd. Millum teirra er nývaldi forsetin í UEFA, sum er evropesiska fótbóltssamgongan. Aleksander Ceferin heldur tað er ov tíliga at brúka tað til eitt HM endaspæl, og tí verður tað heldur ikki brúkt í Champions League komandi kappingarár.

 

- Eg stúri fyri HM endaspælinum, tí tað kom at vera fleiri dómarar, sum ikki hava dømt við VAR fyrr. Eg vóni at vit sleppa undan gølum og trupulleikum, sigur Aleksander Ceferin við italska blaðið, Gazzetta dello Sport.

 

Italiumenn sleppa sum so undan at hugsa um tað, tí teir eru óvæntað ikki við til HM endaspælið, men tað er ein sannroynd, at VAR ikki verður brúk í fleiri av stóru londunum. Tí koma eisini dómarar at døma, sum ikki hava roynt at dømt við VAR, ella hava lítið av royndum við nýggju skipanini. Tí verður tað heldur ikki brúkt í Champions League komandi ár.

 

- Champions League er sum ein Ferrari ella Porsche. Tú kann ikki koyra hann, fyrr enn tú hevur lært at koyra hann, og øll skilja hvussu hann koyrir, sigur Aleksander Ceferin.

 

Tøknin er á veg inn í fótbóltin, men í øðrum førum er fótbólturin sloppin undan gøluni. Millum annað við máltøknini, ið ikki seinkar spælinum. Ein kritikkur av VAR er, at tað gongur ov long tíð, tá dómarin skal renna út á síðulinjuna at hyggja eftir støðuni á stórskerminum.