UEFA lutakast: KÍ og NSÍ koma úr pottinum í dag

Í dag klokkan 12.30 verður lutakast til 1. umfar til UEFA Conference League. Bæði KÍ og NSÍ eru í pottinum

Í dag klokkan 12.30 verður lutakast til 1. umfar til UEFA Conference League. Bæði KÍ og NSÍ eru í pottinum í dag. Feløgini eru bólkaði so tey møta einum av fýra givnum feløgunum, sum bolt.fo millum annað hevur skrivað fyrr í vikuni.

 

Lutakastið verður klokkan 12.30 og hetta er fyrstu ferð, at UEFA Conference League verður. Hon er ætlað sum ein lítlibeiggi til Europa League, har fleiri av veikaru londunum luttaka.

 

KÍ kann møta hesum:

 

RFS (Lettland)

 

Paide Limnaeeskond (Estland)

 

Sligo Rovers (Írland)

 

Larne FC (Norðurírland)

 

NSÍ kann møta hesum:

 

FC Honka Espoo (Finnland)

 

Newtown (Wales)

 

Mosta FC (Malta)

 

Racing FC (Luksemborg)

 

FC Struga (Norðurmakedónia)