Fótbóltur: Europeiska fótbóltssamgongan UEFA almannakunngjørdi í gjár eina nýggja ætlan, ið hevur til endamáls at beina fyri øllum rasuskilnaði í fótbólthøpi.
Javnan koma fram skuldsetingar og illgitingar um rasuskilnað av ymsum slagi í sambandi við stóru UEFA-kappingarnar, serliga UEFA Cup-kappingina og Champions League-kappingina, og í síðstuni hevur rasuskilnaðurin stolið yvirskriftirnar í sambandi við fleiri dystir.
Gjarna eru tað áskoðarar, sum undir og kring dystir fremja rasutreytaðan ágang móti spælarum, men eisini er tað meira enn so komið fyri, at spælarar hjá einum liði hava gjørt seg inn á spælara hjá øðrum liði, orsakað av rasumuni.
Hesum trupulleika vil UEFA nú koma til lívs, og tí er løgd ein ætlan í tíggju stigum, ið skal beina fyri rasuskilnaði og øllum ósømiligum atburði á hesum økinum, tá talan er um fótbólt.
Í brævinum, sum UEFA hevur sent øllum sínum limalondum og feløgum, verður sagt, at teir ítøkiligu tilburðir, ið verða kannaðir í løtuni, skaða ta myndina, fótbólturin fegin vil geva av sær sjálvum.