ES-forsetin, Charles Michel, vitjaði ukrainska høvuðsstaðin í vikuni. Her hevur hann ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, við sína lið. Hann hitti eisini forsetan í grannalandinum, Moldova.

Ukraina er nærri ES

ES-nevndin mælir til upptøkusamráðingar um ES-limaskap fyri bæði Ukraina og Moldova.

ES-forsetin, Charles Michel, vitjaði ukrainska høvuðsstaðin í vikuni. Her hevur hann ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, við sína lið. Hann hitti eisini forsetan í grannalandinum, Moldova.

ES-forsetin, Charles Michel, vitjaði ukrainska høvuðsstaðin fyrr í vikuni, og í tíðindasending týsdagin segði hann, at Ukraina ger stór framstig, og at landið nú er nærri ES.

 

- Framstigini í samband við ES-limaskap eru ótrúlig.

 

Hetta endurtók Charles Michel eisini á tíðindafundi saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj og forsetanum í grannalandinum, Moldova, Maia Sandu.

 

Fyrr í hesum mánaðinum kom ES-nevndin við sínari landafrágreiðing, har nevndin mælir til, at upptøkusamráðingar um limaskap byrja við bæði Ukraina og Moldova.

 

Ein avgerð um at byrja almennar innleiðandi samráðingar um limaskap hjá Ukraina og Moldova er væntandi á ES-toppfundinum, sum verður miðskeiðis í desember.

 

Tað er tíðindastovan, Reuters, ið ber hesi tíðindi, sum Ritzau eisini endurgevur.

 

 

 

ES-forsetin, Charles Michel, vitjaði ukrainska høvuðsstaðin í vikuni. Her hevur hann ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, við sína lið. Hann hitti eisini forsetan í grannalandinum, Moldova.